Søkt verður
eftir 2 fysioterapeutum at seta
skjótast gjørligt og fram til ávíkavist 1. apríl og 1. juli 2019.
Starvsbrøkur
eftir nærri avtalu.
Tú verður partur av einum terapeutiskum starvstoymi
við 4 starvsfólkum - 2 fysioterapeutar og 2 ergoterapeutar.
Førleikakrøv
·
??tbúgving og góðkenning sum fysioterapeutur.
·
Góð samstarvs- og samskiftisevni.
·
Telduførleika á brúkarastøði.
·
Koyrikort til persónbil.
Arbeiðsuppgávur
·
Skipa og útinna fyribyrgjandi venjingar, endurvenjingar v.m. bæði í bólkum og hjá tí
einstaka borgaranum.
·
Samstarva við m.a. visitator innan terapeutiska
partin í samband við visitering, heimavitjanir v.m., og
annars stuðla starvsfólkahópinum í sínum dagliga arbeiði.
Vit
kunnu bjóða
·
Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú
fært møguleika at seta tín dám á, og verða partur av framhaldandi menning av
tilboðum og tænastum.
·
Dugnaligar starvsfelagar.
·
Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
Setanarstað og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS
Størvini verða sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið/ Kommunala Arbeiðsgevarefelagið og Fysioterapeutfelagið.
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli
(cv), viðmælum v.m. skal sendast til
ella
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
350 Vestmanna
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi fríggjadagin 24. august 2018.
Nærri
upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til
Niels A. Joensen, tlf. 260552 ella teldupost [email protected]
_ _ _ _ _
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-,
Kvívíkar- og
Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara veks.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald