Sjálvur var eg ikki við í
grindini henda dagin, men gekk mær oman á kaiina tá seðlarnir vóru útkomnir
fyri at vita hvussu skarst hjá bróður og bróðursoninum. Eg fekk ein minni hvøkk,
tá eg sá at bara 23 hval av teimum 51 vóru komnir til býtingar ímillum tað
vanliga fólki sum hevði tikið lut í rakstri og drápi. Eg hugsaði við mær
sjálvum, hetta má eg fáa nærri greiði á, og ætlaði at søkja um alment innlit í skifti
og býti. Men so koma ??lavsøka og Ovastevna, og nú kom so Dimmalætting áðrenn.
Eg skal takka Dimmu fyri at lýsa hetta, og í tveimum góðum greinum í
Dimmalætting kasta alment ljós á grindabýti. Kanska kemur tann triðja greinin
eisini, sum fer niður í detaljurnar um hvør fær grind og fyri hvat. Teir so kallaðu
fastir partar. Tí eftir mínum tykki er nógv ivingarsamt ífylgju
Kunngerð nr. 9 frá 26.
januar 2017 um grind og annan smáhval, vanliga kallað
???grindareglugerðini??? ella ???grindakunngerðin???
Eg vil nú vísa á nøkur ting, og tølini sum eg brúki eru tey sum Dimma hevur í grein 10. august 2018, sum eru fingin til vega í almennum innliti frá sýslumanninum Finnboga Midjord. Tølini sum stóðu í Dimmu vóru hesi:
Hval 51
Skinnatal 343,5
Fastir partar/ avlop / spill 172
Skinnatal at skifta 171,5
Drápspartar í miðal 0,231
FASTIR PARTAR:
Finningarhvalur 14
Havnamynduleikar/lastbilar 14
Meting / skelting 10
Sýslumaðurin (2%) 7
Grindaformenn (1 % í part) 21
Skaðasýn 2
Skiftishjálp 8
Politi+uppskr. á sandinum 13
Kranar/ trukkar 13
Sløkkkilið 8
Oparar/vakt, ljós 12
Upprudding, grótbátur 6
Grindin sum doyði tann
24. juni var 51 hval, svarandi til 343,5 skinn. Tað verður upplýst at 172 skinn
fara í fastar partar, og 171,5 í almennar partar. Og longu her byrjar at
grugga. Eg var sum sagt sjálvur á kaiini tá seðlarnir komu út og sá at 23 hval
verða í almanna partinum, so merkir hetta at hetta eru hvalir størri enn miðal,
ímeðan teir minnu og yngri hvalirnir, 28 í talið, og sum oftast hava besta tvøsti og spiki verða
latnir í fastar partar. Men tað kann verða av praktiskum ávum at sýslumaðurin
hevur valt at gera tað so.
Læt okkum nú hyggja nærri
eftir teimum sokallaðu føstu partunum. Grindakunngerðin sigur í kap. 5 hvussu
skifti og útlegg (fastir partar) skula býtast. Fyrsta § Í Kap. 5, § 28 sigur : Tá grindin
er merkt, skiftir sýslumaðurin og leggur út, sum ásett í §§ 29-40. So tað verður eftir hesum eg fyrihaldi meg til, og
skal vísa hvar eg meti, at alt, ikki er sum tað eigur at vera.
14 skinn ( 4,05 % ) fóru
til Havnamynduleikar / lastbilar. Tað er einki tilskila í grindarkungerðini §§
29-40. sum sigur at Havnamynduleikar skula hava part. Tað sum eg kenni til, so
er sjáldan neyðugt við lastbili, og tí eins heldur lastbilum til at leggja
hvalirnar út á kai øki, og tá tað einans er talan um 51 hval, so eigur hetta
kunna vera gjørt við trukki.
10 skinn (2,91 %) fór til
Meting/skelting. § 31.
Sigur ???Metingarfólk,
sambært § 26, stk. 1, fáa minst 1 skinn í part sum samsýning og annars
eftir meting sýslumansins.??? Her kann sýslumaðurin geva meir enn eitt skinn, men eg vildi
mett, tá grindin einans er 51 hval, so er knapt 3% í yvirkant til metingarmenn.
Men kanska tað vóru 10 metingarmenn, men tað haldi eg eisini er í yvirkant, tá
talan er um 51 hval. Tað vil siga, at teir hava mett og merkt 5 hval hvør.
21 skinn ( 6,11%) fóru
til grindaformenn. § 33. Sigur ???Grindaformenninir fáa
hvør 1% av samlaða skinnatalinum.??? Hvussu nógvir grindaformenn er so, jú § 2
sigur ??? Til hvørja hvalvág verða 4 fólk uppnevnd til grindaformenn
og 2 tiltaksfólk umframt.??? Tað
vil siga, bara 4 grindaformenn og harvið einans 4% eiga at lætast í teirra part
og ikki góð 6%. Sum tað stendur, so eru eisini 2 tiltaksfólk, vanliga kalla
varagrindaformenn, men sum orðið sigur, so eru teir til vara, um tað ikki
liggur fyri hjá onkrum av føstu formonnunum at fara í grind. So eftir
grindakunngerðini eiga varagrindaformenn einans vanligan part, um allir 4 føstu
grindaformenninir er við í grindini.
12 skinn (3,49%) fóru til
vakt og oparar. Í § 22 Sigur: ???Tá
grind er deyð, setir sýslumaðurin ella grindaformaðurin beinanvegin vakt á
sjógvi og landi og gevur vaktarmonnunum neyðuga leiðbeining, herundir at
varðveita hvalirnar heilar, undantikið oping eftir § 25 ???. Og 25
Sigur: ???Vaktarmenninir opa allar hvalirnar, so teir ikki spillast,
og teir ansa eftir, at eingin óviðkomandi kemur at hvalunum......???
Tað vil siga at oparar og vaktarmenn er somu persónar. § 30 Sigur hvat lønin
skal vera ???Fyri vaktarhald, sambært § 22, verður um dagin latið 1/2 skinn
til hvønn bátin, sum nýttur verður, og 1/2 skinn til hvønn mannin, og fyri
vaktarhald um náttina 1 skinn til hvønn??? Drápið var
liðugt kl. 14:51 tann 24. juli, og seðlarnir komu út kl. 20:30, so ikki kann
sigast at tað er um náttina at vakt hevur verði hildin og hvalirnir opaðir, og
tískil skuldi hvør maður fingið ½ skinn. Tá so 12 skinn er givin fyri hetta, so
kann tað ikki merkja annað enn at tað hava veri 24 vaktarmenn/oparar. Tað vil
siga góðar 2 hval til hvønn mann at halda vakt yvir.
6 skinn (1,75%) eru givin
til upprudding. Einki er nevnt um upprudding í §§ 29-40 sum siga hvussu grindin
skal skiftast ella útleggjast. Har aftur í móti stendur í § 41 stk. 4 ??? Burturbeining
annars av grindarovum í teim einstøku kommununum verður gjørd av viðkomandi kommunu,
og kommunan ber kostnaðin av hesum.???
Og tískil átti einki av grindini verði givin fyri hetta arbeið.
13 skinn (3,78%) fóru til
Løgregluna og uppskrivarar á sandinum. Tað er einki nevnt í grindakunngerðini
um Løgreglan ella uppskrivarar. Ein kann meta at uppskrivarar koma undir
skiftishjálp ella hjálparfólk sambart § 35 ???
Sýslumaðurin letur
skiftishjálparfólkum og uppnevndum hjálparfólkum samsýning eftir arbeiði og
ábyrgd.??? Men aðrastaðni
í innlitinum stendur at ???skiftishjálp??? fingu 8 skinn. Sjálvandi ger løgreglan
eitt gott arbeiði tá grind verður hildin til, og tekur sær av útlendskum búrkroppum
sum vilja steðga okkum at drepa grind og annars fylgja við at alt fer fram í ???ro
og orden???. Men eftir mínari meining er tað jú tað sum teir fáa sína føstu løn
fyri.
13 skinn (3,78%) fóru til
Kranar/trukkar v.m. Tað er væl møguligt at hatta kemur undir ???hjálparfólk??? sum
tilskila í § 35. Men ???uppnevnd hjálparfólk??? standa ongastaðni í yvirlitinum.
8 skinn ( 2,33%) fóru til
Sløkkilið. Einki er nevnt um sløkkilið í grindakunngerðini, men sum mær kunnugt,
so hevur Tórshavnar Sløkkilið plásturkrókar og mønustingarar í varðveitslu og útflýggjar
teir til grindamenninar tá grindin er við at verða hildin til. Møguliga kemur
sløkkilið undir § 35 sum ???hjálparfólk???. Men spurningur er, er hetta ikki blivin
ein partur av teirra føstu skyldu, og eru harvið fastløntir eftir tí?
Men aftur til
greinarøðina í Dimmalætting, so sigur bæði sýslumaðurin og kendi grindamaðurin
Hans Jákup Hermannsen at grindakunngerðin, við serliga atliti til skift/být
eigur at verða endurskoða, og tað kann eg bara geva teimum rætt í, men áðrenn
vit koma hartil, so muga verandi reglur haldast. Tað kann ikki vera rætt, at
grindin, sum er ogn okkara, ein gáva, at yvir helmingurin fer av óbýttum.
Okkara sterkastu argument
mótvegis anti grindaveiðufelagsskapum, um at grindin verður býtt líka til øll,
at hetta er ein sosial skipan, og eingin fær vinning, at grindaveiða ikki er
handilslig, er misvísandi. Vit síggja eisini oftari og oftari at grind og spik
verður boðin til sølu á sosialu miðlunum. Ein kann spyrja seg sjálvan, hvør
selur? Tað er neyvan hann/hon sum fekk 0,231 skinn í sín part sum selur. Um
hesir fastir partarnir fella til somu persónar hvørja ferð, so er tað
nærliggjandi at hugsa, at her fer okkurt organisera fram.
Eg veit at nógv av teimum
sum fáa nógva grind, geva burtur til tey sum ikki hava. Men, men nógv verður
eisini keyp og selt. Ikki tí, tað skal verða møguleiki hjá teimum sum ikki
???ganga í grind??? at fáa/keypa sær ein bita, men so eigur tað at verða gjørt
undir skipaðum viðurskiftum.
Karlot Hergeirsson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald