Starvskarmar- og
innihald
Aðalmálið hjá
Heimatænastuni í Vágum er at tryggja, at allir borgarar fáa heilsustimbran,
fyribyrging, røkt, sjúkrarøkt, viðgerð og rehabilitering. Uppgávan er, at gera eitt fakligt arbeiði, við tí
endamáli at skapa, endurskapa ella varðveita tað meiningsfulla gerandislívið
hjá borgaranum á øllum lívsins stigum. Tryggja at fakliga støðið er dygt og livir upp til
ásetinganar í lógini og normar á fakøkinum.
Hvør starvsbólkar
sær virkar við síni útbúgving, vitan
og kunnleika á sínum fakliga øki.
Søkt verður eftir:
Rehabiliteringdeildin:
Rehabilitering,
umlætting og palliatión
- 2
sjúkrarrøktrfrøðingi á brøk 0,8 at
byrja 1 september 2018, ella eftir nærri avtalu.
- 1 heilsurøktarar
á brøk 0,8 í tíðaravmarkað starv frá 1 oktober 2018 til 1 septemer 2019.
Uppistova, eldraheim:
- 1
heilsurøktara á brøk 0,8 at byrja 1 september 2018, ella eftir nærri
avtalu.
- 1
sjúkrarøktarfrøðingi á brøk 0,8 í tíðaravmakað starv frá 1 september
2018 til 1 maj 2019.
Miðstovu, Eldra- og
demensheim:
- 2
sjúkrarøktarfrøðingum á brøki 0,8 at byrja 1 septemer 2018, ella eftir nærri avtalu.
- 1 heilsurøktara á
brøki 0,8 at byrja 1 september 2018, ella eftir nærri avtalu.
??tiøki:
- 1 heilsurhjálpara á brøki 0,75 til setan 1
september 2018 til heimarøktina og 1 pædagogi á 0,8 til setan 1 september 2018 á Virkni, ella eftir nærri
avtalu.
Terapeuti:
- 1
ergoterapeuti á brøki 0,8 til setan
1 oktober 2018, ella eftir nærri avtalu.
Reingerð:
- Einum
starvsfólki í 30 tímar um vikuna til
setan 1 september 2018, ella eftir nærri avtalu.
Um ikki skikkaðir
umsøkjarnar eru til størvini, hava onnur møguleika at søkja.
Førleikakrøv
- Hevur prógv og autorisatión
sum sjúkrarøktarfrøðingur.
- Hevur prógv og autorisatión sum heilsurøktari.
- Hevur prógv sum heilsuhjálpari.
- Hevur prógv og autorisatión sum ergoterapeutur.
- Skal vera málrættað/ur og skipað/ur í síni
tilgongd til arbeiðið og megna at geva sítt uppbyggjandi íkast til eina broytingartilgongd, sum
nýggja Heimatænastan í løtuni er í
- Skal
duga og tíma at arbeiða í tvørfakligum rehabiliterandi toymi, har starvið
krevur samstarv og ábyrgd
- Skal
hava evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
- Verða
empatiskur í sínum samstarvi við borgarar og avvarðandi.
Vit
bjóða
- Eitt spennandi starv við stórum fakligum
avbjóðingum í nýggjum umhvørvi og við nýggjum bygnaði
Setanarviðurskifti
Størvini eru í skiftandi
vaktum uttan í Virkni. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF /
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Upplýsingar
um størvini
Meira fæst at vita um
størvini við at ringja til
fyrisitingina, á tlf. 793200, ella skriva til [email protected]
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast
til: Heimatænastuna í Vágum, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur ella til
teldupostadressurnar: [email protected]
Umsóknin skal vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 17 august
2018 kl. 12.00.
Heimatænastan tilskilar
sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt, at lýsa
størvini leyst av nýggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald