Politikkur

Dennis upplýsti ikki nevndini at hann eisini var kassameistari

2. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum hevur verið í løgtinginum í dag.

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2025-12-16 20:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Undir 2. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum kom tað fram, at fíggjarnevndin hevur millum 1. og 2. viðgerð mælt til, at játtaðar verða 1 mió. kr. til Maritiman Mentanardepil í Vági hjá Vágs Sóknar Bygdarsavnið.

Kassameistari í Vágs Sóknar Bygdarsavnið er Dennis Holm, sum eisini er limur í fíggjarnevndini hjá løgtinum. Tað er fíggjarnevndin hjá løgtinginum, sum mælir til at játtað pengarnar.

Dennis Holm var í útvarpinum hjá Kringvarpinum í kvøld. Har bleiv hann spurdur, um hann hevði upplýst fíggjarnevndini, at hann var kassameistari í felagnum. Tað svaraði hann, at hann ikki hevði gjørt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder