Politikkur

Fakfelagssamstarvið spyr enn einaferð samgonguna - nær verður arbeiðsvikan stytt við lóg?

Nær verður arbeiðsvikan stytt? Tað vilja vit fakfeløg í Fakfelagssamstarvinum fegin hava samgonguna at svara.

2025-11-24 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit umboða fleiri túsund limir, og spyrja tí vegna limir okkara. Vit spurdu í oktober, men enn hava forfólkini í samgonguflokkunum ikki svarað okkum.

Tí spyrja vit enn einaferð Aksel V. Johannesen, løgmann og formann Javnaðarfloksins, Sirið Stenberg, forkvinnu í Tjóðveldi, og Ruth Vang, forkvinnu í Framsókn: Nær verður arbeiðsvikan stytt við lóg?

Vit vóna, at tey trý forfólkini í samgonguflokkunum virða limir okkara og svara spurninginum.

Løgtingsval verður innanfyri eitt ár, og ætlar samgongan at stytta arbeiðsvikuna máberast skjótt at.

Tí vænta vit skjótt at fáa svar frá Aksel V. Johannesen, Sirið Stenberg og Ruth Vang.

Fakfelagssamstarvið

Starvsfelagið

Føroya Lærarafelag

Føroya Pedagogfelag

Akademikarafelag Føroya

Havnar Arbeiðskvinnufelag

Heilsuhjálparafelag Føroya

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder