Politikkur

Fíggjarnevndin mælir til, at seta 2 mió. kr. meira av til økir í Vágum

Pengar verða settir av til Krígssavnið, nýggja læknaviðtala og ferðslutrygd í Vágum

2025-12-14 17:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nakað áðrenn midnátt í gjár kom álitið um fíggjarlógaruppskotið úr fíggjarnevdini.

Um hugt verður eftir hvat fyri raðfestingar fíggjarnevndin mælir til at gera í Vágum, so eru komnar 2 mió. kr. meira á enn hvat tað var á uppskotinum hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu.

Meirilutin hevur raðfest, at ein løgustuðul á 1 mió. kr. skal gevast til Krígssavnið í Vágum, at fremja liðugtgerð av 2. byggistigi.

300 tkr. verða markaðar til ferðsluábøtur í Vágum.

700 tkr. verða settar av til raðfesta eina nýggja læknaviðtalu í Vágum.

Sí eisini: Fíggjarlógaruppskotið: Hallið økist við 90 mió. kr. uppí 263 mió. kr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder