2026-11-15 20:30
Sigurin var tó ikki ikki uttan svørðsslag, tí Ternan beit væl frá sær og var eisini á odda fleiri ferðir í fyrsta setti, eitt nú 21-20, men so vann Fleyr trý stig á rað, sum gjørdust avgerandi, so at Fleyr vann settið 25-22.
Ternan legði seg aftur á odda í øðrum setti, 9-6, men við fimm stigum á rað fór Fleyr framum 11-9, og tá Fleyr beint aftaná vann onnur seks stig á rað, gjørdist støðan 18-11, og so var mest sum avgjørt, og Fleyr vann settið 25-17.
Ternan gjørdi tó enn ein vørr og legði seg framum 6-3 í triðja setti, men skjótt hevði Fleyr vunnið sær trygga leiðslu og var frammanfyri 21-16. Ternan bardi seg kortini innaftur í dystin og minkaði um munin til 22-23, men Fleyr vann teir næstu tríggjar bóltarnar og settið 25-22.

Fleyr hevur nú spælt ímóti øllum hinum liðunum og hevur vunnið allar dystirnar, men í dag var fyrstu ferð, at Fleyr einki sett tapti. Serliga ÍF og SÍ hava givið Fleyr dygga mótstøðu, og tí er ov tíðliga hjá Fleyr at kanna sær FM-finalupláss longu nú.
Tann næsti at royna seg ímóti Fleyr verður Mjølnir, men tann dysturin verður ikki fyrr enn um tríggjar vikur.
Næsti dysturin hjá Ternuni verður næsta leygardag móti Mjølni í Klaksvík. Mjølnir spælir eisini longu mikukvøldið, tá ið ÍF vitjar í Klaksvík.
Næsti dysturin hjá Ternuni verður næsta leygardag móti Mjølni í Klaksvík. Mjølnir spælir eisini longu mikukvøldið, tá ið ÍF vitjar í Klaksvík.
Støðan í Polestar-deildini:
Nr. | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | Fleyr | 4 | 9 | 12 |
2 | Mjølnir | 2 | 1 | 3 |
3 | ÍF | 2 | -1 | 2 |
4 | SÍ | 2 | -4 | 2 |
5 | Ternan | 3 | -5 | 2 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald