Politikkur

Góð uppmøting í Kvívíkar kommunu

Kvívíkar kommuna hevði 11 bygdarráðsfundir í 2025.

2026-01-08 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bygdarráðið í Kvívíkar kommunu hevði góða uppmøting til bygdarráðsfundirnar í 2025. Fimm høvdu fulla uppmøting, og tveir limir mistu hvør sín fund.

Hans Jóhann Sørensen (borgarstjóri), Jona Jacobsen (varaborgarstjóri), Frank Müller, Anja S. Vang og Hallur Eysturtún Blástein møttu øll á 11 útav 11 fundum.

Súsanna Mortensen og Marjun Danielsen mistu báðar hvør sín fund, og vóru tí á 10 útav 11 fundum.

Sí eisini:

Trý vóru til allar fundirnar í Sørvágs kommunu

Sára, Anja og Janus vóru til allar fundirnar í Vestmanna kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder