Talan er um eina framtíðar íløgu fyri javnbjóðis møguleikum fyri búseting, vinnumenning, útbúgving og lívskorum fyri allar føroyingar — og við hesi samtykt er endiliga ljós sett fyri framman fyri unga ættarliðið í Suðuroynni.
Eg vil bera fram eina hjartans tøkk til Løgtingið og serliga til teir løgtingslimir, ið hava atkvøtt JA og hava veruliga sæð avbjóðingarnar í Suðuroynni. Eg vil eisini takka fyri, at boðskapurin á borgarafundinum í SALT — ikki minst frá unga ættarliðnum — varð tikin í álvara.
Serlig tøkk skal eisini berast Løgmanni, Aksel V. Johannesen, fyri at hann hevur staðið stinnur í málinum, havt trúgv upp á ætlanina og skilt týdningin av tørvinum hjá Suðuroynni at verða knýtt at Føroyum.
Við hesi samtykt er vón birt fyri framtíðini hjá unga ættarliðnum í Suðuroynni, so tey kunnu fáa javnbjóðis møguleikar við javnaldrar sínar í Føroyum.
Henda samtykt gevur møguleikar fyri, at Suðuroyggin kann menna seg einaferð enn.
Við virðing og hjartans tøkk
"Føroyar mín móðir títt signaða navn
Í hjartanum rúnarist stendur
Títt sorgblíða bros
Títt mjørkaloft dró
Tín son sjálvt við sólgyltu strendur"
Kristin Michelsen
Borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu
- februar 2026
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald