Politikkur

Greiða má fáast á í málinum um Bakkafrost

Málið um metstóru bótina til Bakkafrost hevur seinastu dagarnar fylt nógv í miðlunum. Hetta er eitt mál, sum eg fari at taka upp við danska løgmálaráðharran, so skjótt sum ein nýggj stjórn er skipað.

2026-04-24 19:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er eingin ivi um, at talan er sum eitt sera óheppi mál, sum hevur skapað ivamál, bæði um mannagongdir og um rættartrygdina í Føroyum.

Ein grundarsteinur í einum rættarsamfelag, sum okkara, er, at ivi skal ikki vera um hvørki rættartrygd ella rættarkenslu.

Fólkið skal kunna hava álit á, at mál verða viðgjørd sakliga og eftir røttum mannagongdum.

Nógvir spurningar eru framvegis ósvaraðir, og tí er alneyðugt, at vit fáa greiðu á málinum.

Vit skulu  ikki hava eitt rættarsamfelag, har vit seta spurnartekin við, um mannagongdirnar, sum skulu tryggja rættvísi verða fylgdar.

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder