2026-03-03 22:30
Vága Sambandsfelag hevur í kvøld havt uppstillingarfund í Messuni í Sørvági.
Eyðdis Hartmann Niclasen, sum situr í Løgtinginum fyri Sambandsflokkin, stillar upp aftur hesuferð.
Umframt Eyðdis er eisini eitt nýtt valevni á listanum hjá Vága Sambandsfelag, talan er um Hans Kára Hansen, sum situr í bygdarráðnum í Sørvági.
Tað hevur eisini við sær, at Rósa Samuelsen ikki stillar upp aftur. Hon hevur stilla upp á øllum løgtingsvalum síðani 2004.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald