Politikkur

Helst snýr tað seg um at bjarga politiska blæubarninum, krúnprinsinum

- manninum, sum dugir tær báðar fyrstu síðurnar í Fremmandaorðabókini uttanat, og lítið annað.

2026-01-13 09:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Orðini eigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Tórbjørn skrivaði hetta út á Facebook í nátt.

Framsøkin jagstran

Nú bendir alt á, at hetta málið er vorðið eitt partapolitiskt innanhýsis mál í Framsókn, sum í hevnisøku roynir at knúsa eina kommunu sundur í tógva lutir. Ruth Vang er nú vorðin ein partur av danska ákæruvaldinum í Føroyum, ja, hon ákærir beinleiðis í samrøðuni í KVF í kvøld. Helst snýr tað seg um at bjarga politiska blæubarninum, krúnprinsinum, manninum, sum dugir tær báðar fyrstu síðurnar í Fremmandaorðabókini uttanat, og lítið annað. Hetta er farið at líkjast The Rumble in the Jungle í Kinshasa, táíð Muhammad Ali og George Foreman stríddust um valdið í tungvekt í nevaleiki. Eitt danskt heimastýri setur nú alla sína megi í veð, fyri at oyðileggja eina kommunu í Føroyum. Hendan støðan hevur onki fordømi. Vit kunnu bara vóna, at vit enda í leiklutinum hjá Ali. Samrøðan var annars soljóðandi:

GLP: Ruth Vang, hví hava tit valt at kæra hesa avgerðina hjá Føroya Rætti?

Ruth Vang: Tað gera vit lutvíst tí, at hetta, tað, hetta, rættarmálið fær steðgandi virknað, hevur sannlíkt við sær at hetta rættarmálið kemur at koyra alt valskeiðið, og tað gevur ikki meining í mun til at loysa, lýsa, eitt umval, tá ið tað mesta av valskeiðnum er farið, so tí halda vit, at hetta málið kann ikki bíða. Og so halda vit eisini, at hetta er rættiliga álvarsamt mál. Løgregla, ákæruvald og Løgmálaráðið hevur mett, at tað er sannlíki fyri, at valsvik er farið fram, og tað halda vit ikki, at vit kunnu síggja burtur frá, og tí halda vit, at tað er rætt, at Landsrætturin tekur støðu til málið.

GLP: Kann tað ikki verða størri avleiðingar av, at eitt umval kemur, hvis tað nú verður staðfest at tað ikki er valsvik?

Ruth Vang: Jú, men, har halda vit, at mál um valsvik er somikið álvarsamt, og at vit mega taka atlitið fram um til eina trygga og vælvirkadi valskipan, sum borgarin kann hava álit á, og tað halda vit vigar tyngri enn atlitið til kommununa

ES: Vónandi síggja vit ikki í halaferðina á Framsókn aftur eftir næsta løgtingsval, og annars, er nakar løgmaður í Føroyum í løtuni?

ES 2: Ruth Vang, sum annars er væl á veg til at reka Føroyar út av búskaparliga ørvarendanum, arkitekturin fyri komandi nationala økonomiska kollapsinum, sum búskapar- og fíggjarmálaráðharri, mátti nú havt okkurt annað at tikið sær til, enn at gera royndina, at gera enda á eini annars vælvirkandi kommunu(!)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder