Annað

Virðismikil fuglatøl útgivin í grein

Grein um gongdina hjá sjófugli í Føroyum síðani fyrst í 1970-unum er útgivin í tíðarritinum Frontiers in Marine Science.

2025-05-25 09:58 Author image
Havstovan
placeholder

Fuglafrøðingurin Bergur Olsen hevur í meira enn 50 ár talt sjófugl í Føroyum, millum annað í Høvdanum í Skúvoy (mynd).

Nýggja greinin vísir tíðarrøðir fyri lomviga, lunda, ritu og ternu, og gevur neyva lýsing av, hvussu hesi tøl eru fingin til vega. Tíðarrøðirnar geva týdningarmikla vitan um støðuna hjá nevndu fuglasløgum, og kunnu eisini nýtast sum vísar (indikatorar) fyri vistfrøðina á Landgrunninum, og hartil fyri størri økir í Norðuratlantshavi.

Lomvigi

Lundi

Rita

Víst verður á týðiligu niðurgongdina í fuglameinginum seinastu áratíggini, sum flestu føroyingar munnu vera varugir við.

Talið av lomviga í Høvdanum er minkað nógv síðani teljingarnar byrjaðu í 1972, og brádlig minking var hjá bæði lomviga og lunda síðst í 1980-unum og fyrst í 2000-árunum. Tó hava verið tíðarskeið við øking, so sum í 1990-unum og, fyri summi fuglasløg, eisini eftir 2015.

Hesi sveiggj hanga helst saman við broytingum í havumhvørvi og mattilfeingi, sum í greinini verða lýst við gróðuri og nøgd og stødd á fiskayngli á Landgrunninum. Sannlíkt er, at heildarminkingin kemst av bæði náttúrligum broytingum og av mannaárini (veiðu og øðrum). Hetta, at virðismiklu fuglatølini nú eru savnað, neyvt lýst og víst, er úrslit í sær sjálvum. Neyvari grein, við høvuðsúrslitunum kemur í komandi grein á heimasíðuni hjá Havstovuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder