Politikkur

IRF: Gunnvá avloysir Gunvu

IRF hevði aðalfund í gjár 29. apríl, hesa ferð á Sandi. Ársúrslitið fyri 2024 er 3,9 mió. kr. Starvsfólk okkara tóku ímóti og hagreiddu 36.113 tons av burturkasti, sum er 0,6% meira enn undanfarna ár. Býtið millum viðgerðarhættirnar av burturkasti – brenning, endurvinning og tyrving – hevur verið støðugt. Økt samstarv á ymiskum økjum og fleiri leikarar á burturkastmarknaðinum gera tað neyðugt at savna øll burturkasthagtøl á einum stað fyri at vita, hvussu gongdin er í Føroyum.

Nýggja nevndin saman við stjóranum hjá IRFF.v. Gunnvá S. á Lofti, forkvinna, Alvi Mortensen, næstformaður, Davia Nicolajsen, Sigurd Leifsson Lamhauge, stjóri, Frank Müller, Atli Fróði Johansen, Annika Steintórsdóttir Biskopstø.

Nýggja nevndin saman við stjóranum hjá IRFF.v. Gunnvá S. á Lofti, forkvinna, Alvi Mortensen, næstformaður, Davia Nicolajsen, Sigurd Leifsson Lamhauge, stjóri, Frank Müller, Atli Fróði Johansen, Annika Steintórsdóttir Biskopstø.

2025-04-30 18:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nøktandi úrslit
Ársúrslitið gjørdist 3,9 mió. kr., sum er 3,8 mió kr betri enn í 2023.

Bruttoúrslitið fyri 2024 gjørdist 77,8 mió. kr., sum er 7,6 mió. kr. betri enn í 2023. Inntøkurnar eru 788 tkr. minni enn mett, og útreiðslurnar eru 2,6 mió kr. minni enn mett frammanundan. Í 2024 gjørdi IRF íløgur fyri tilsamans 11,7 mió kr. Til samanberingar kann nevnast, at í 2023 vórðu íløgur gjørdar fyri 18,6 mió kr. Fíggjarstøðan javnvigar við 308 mió. kr. í 2024 í mun til 311. mió. kr. í 2023.

Burturkastnøgdirnar
Í 2024 tók IRF ímóti 36.113 tonsum av burturkasti. Hetta er 0,6% meira enn í 2023, tó beint undir miðalnøgdirnar seinastu fimm árini. Av samlaðu burturkastnøgdunum vórðu 63,6% brend, 24,0% fóru til endurvinningar, og 12,3% vórðu tyrvd. Samanborið við 2023 lækkaðu nøgdirnar at brenna 0,5 prosentstig í 2024. Endurvinningarnøgdirnar lækkaðu 1,3 prosentstig. Og nøgdirnar at tyrva hækkaðu 1,8 prosentstig.

Viðvíkjandi vøkstrinum í tyrvinøgdunum er týdningarmikið at hava í huga, at við nýggju støðini í Nýggjheiðum tekur IRF nú ímóti tyrviburturkasti úr øllum Føroyum. Tað byrjaði IRF við í mai 2023.

Viðvíkjandi minkingini í endurvinningarnøgdunum eru tvær týðandi broytingar. Í undarfarnu ársfrásagnum varð reinsaða vatnið á oljureinsiverkinum tikið við sum endurvunnið tilfar. Tað verður tað ikki í hesi og komandi ársfrásøgnum. Hetta broytir samlaðu burturkastnøgdirnar og lutfalsliga býtið í millum endurvinning, brenning og tyrving. Harumframt eru fleiri privatar fyritøkur komnar inn á marknaðin seinastu árini, sum annaðhvørt endurvinna tilfar í Føroyum ella útflyta og selja tilfar til endurvinningar.

Umhvørvisliga eru hesar broytingingar góðar. Men tær undirstrika, at tað er neyðugt, at vit í Føroyum savna øll burturkasthagtøl á einum stað fyri at fáa ta samlaðu myndina fyri Føroyar. Herundir tølini hjá IRF, tølini hjá Kommunalu brennistøðini í Tórshavnar kommunu, og tølini hjá føroyskum fyritøkum, sum gagnnýta ella flyta burturkastbólkar av landinum. Tástani fáa vit veruliga býtisprosentið í millum brenning, endurvinning og tyrving av øllum burturkastinum í Føroyum.

Nýggja pantskipanin í Føroyum ein týðandi íløga í framtíðina
Við nýggju pantskipanini fara vit frá at hava 12 ymiskar pantskipanir til at hava eina felags pantskipan fyri alt landið. Endamálið við skipanini er einfalt: Tað skal vera lætt fyri brúkaran at sleppa av við øll pantíløt á einum stað, soleiðis at so nógv íløt sum gjørligt koma aftur í ringrás. Harumframt verður tað lættari hjá handlum at handfara íløtini, tí frameftir verður skilt í tríggjar bólkar; glasfløskur, plastfløskur og aluminiumsblikk.

Tað var Umhvørvismálaráðið, sum heitti á IRF um at umsita pantumskipanina, og í 2024 varð løgtingslógin um nýggju pantskipanina samtykt. Í desember 2024 gjørdi IRF sáttmála við MTV Byggivirkið at byggja nýggju panthøllina hjá IRF í Sandavági. Panthøllin verður avhendað tann 30. mars 2026. Og í fyrru helvt av 2026 verður nýggja pantskipanin virkin.

Alt virksemið hjá IRF ISO-góðkent
Nýggja reinsiverkið og tyrvimóttøkan hjá IRF í Nýggjheiðum varð tikin í nýtslu í 2023. Og í 2024 varð henda nýggja støðin eisini ISO-góðkend sambært umhvørvisstýrisskipanini ISO-14001. Síðani 2021 hava allar aðrar støðir hjá IRF verið ISO-góðkendar. Við ISO-góðkenningunum átekur IRF sær at arbeiða við munadyggum loysnum innan fyribyrging, innsavning og hagreiðing av burturkasti frá borgarum og virkjum.

IRF gjørt nýtt tilfar til miðdeild í fólkaskúlanum
IRF arbeiðir støðugt við at gera føroyskt tilfar, sum økir vitanina hjá børnum og ungum um umhvørvis- og burturkastøkið og týdningin at skilja rætt. Í 2024 gjørdi IRF eitt blað sum ískoytistilfar ætlað miðdeild í fólkaskúlanum í limakommununum, tá ið undirvíst verður innan umhvørvisøkið. Í 2022 gjørdi IRF føroyskt tilfar til yngru børnini í forskúla-/skúlabólkaaldri.

IRF farið undir at menna CO2 hagtøl
Í 2024 er nógv orka løgd í at arbeiða við hagtølum, sum vísa útlátið av øllum teim ymisku burturkastbólkunum, sum IRF tekur ímóti. Tøl, sum vísa, hvussu útlátið verður ávirkað, um ein burturkastbólkur t.d. verður endurvunnin heldur enn brendur ella tyrvdur.

Eitt týdningarmikið úrslit av CO2-hagtølunum er, at IRF fer at veita føroyskum vinnulívi nágreinilig tøl fyri, hvussu stórt CO2-útlát stendst av tí burturkasti, sum vinnan letur IRF.

Gunnvá avloysir Gunvá

Á ársaðalfundinum varð nevndin vald av nýggjum, og hesi vórðu vald: Annika Steintórsdóttir Biskopstø (umboðandi Norðoyggjar), Atli Fróði Johansen (umboðandi Eysturoy), Frank Müller (umboðandi Norðstreymoy, íroknað Sunda kommunu), Gunnvá S. á Lofti (umboðandi Vágar), Davia Nicolajsen (umboðandi Sandoy) og Alvi Mortensen (umboðandi Suðuroy). Hetta er fyrstu ferð, at nevndarbýtið er javnt millum kynini. Nevndin skipaði seg beint eftir aðalfundin við Gunnvá S. á Lofti sum forkvinnu og Alva Mortensen sum næstformanni.

Fimm limir í undarfarnu nevnd vórðu skiftir út. Í undanfarnu nevnd vóru: Gunvá við Keldu, nevndarforkvinna (umboðandi Norðoyggjar), Oluf Müller, næstformaður (umboðandi Norðstreymoy, íroknað Sunda kommunu), og teir fýra nevndarlimirnir Hans Anders Jacobsen (umboðandi Eysturoy), Jóanis Albert Nielsen (umboðandi Vágar), Bjarki Henriksen (umboðandi Sandoy) og Alvi Mortensen (umboðandi Suðuroy).

Nevndin hjá IRF verður vald av nýggjum eftir hvørt kommunuval fyri fýra ár, við limum úr kommunustýrunum. Viðtøkurnar siga, at seks fólk verða vald í nevndina at umboða hvør sítt øki.

Ársfrásøgnin fyri 2024 kann lesast her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder