Politikkur

Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” verður í september

ÍSF skipar fyri Ítrótta- og rørsluviku í samstarvi við Heilsu- og orkumálaráði og Heilsustýrið í september. Endamálið er at fáa allar føroyingar at røra seg.

2026-06-18 08:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrsta árið eggja vit øllum arbeiðsplássum í Føroyum at vera við í Ítrótta- og rørsluvikuni og fáa leiðarar at siga: “Vit eru við”. Samanhaldið, ið kann vera á einum arbeiðsplássi, har starvsfelagar eru saman um mál og eggja hvør øðrum, er ein styrki, ið vit vilja knýta at rørslu á arbeiðsplássum. Vit eru eisini sannførd um, at tá góðir leiðarar ganga á odda, fylgja starvsfólkini við.

Ítrótta- og rørsluvikan verður í døgunum 14.-18. september. Vit eggja leiðarum til at seta ein kross í kalendaran og skapa karmar fyri, at starvsfólk kunnu taka lut í Ítrótta- og rørsluvikuni.

“Vit heita á allar leiðarar á øllum arbeiðsplássum í Føroyum at hugsa um, hvussu tú kanst seta rørslu á dagskrá á tínum arbeiðsplássi” 

- Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í Heilsumálum.

Viðheft er alt tíðindaskrivið og myndir.

Vónandi vilja tit hýsa hesum, soleiðis at vit fáa øll við.

Vegna fyriskipararnar: 

Heilsu-- og Orkumálaráðið, Heilsustýrið og Ítróttasamband Føroya.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder