Politikkur

Jenis spyr um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at fremja broytingar í Kringvarpi Føroya

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2026-06-18 08:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Spyrjari:  Jenis av Rana, løgtingsmaður

Svarari:  Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum 

Evni:  Kringvarp Føroya

Spurningar:  

  1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at fremja broytingar í Kringvarpi Føroya?
  2. Kennir landsstýrismaðurin seg tryggan og nøgdan við tíðindaflutning Kringvarpsins?
  3. Metir landsstýrismaðurin, at núverandi gjaldsháttur av kringvarpsgjaldi er nøktandi?
  4. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at lata avgerðina um at gjalda ella ikki gjalda kringvarpsgjald upp til einstaka borgaran?
  5. Kundi hugsast, at landsstýrismaðurin tekur undir við setan av einari nevnd við teirri uppgávu at hava eftirlit við og vera ráðgevandi hjá Kringvarpinum?

Viðmerkingar:

Vegna serstøðu stovnsins sum sonevndur Public Service stovnur røkkur Kringvarp Føroya inn í hvørt heim í Føroyum, harundir eisini heilt inn í fíggjarviðurskifti hins einstaka, sum jú er lógarbundin at gjalda til stovnin, uttan mun til um viðkomandi lurtar, hyggur ella ikki.

Ymiskar meiningar eru um dygdina í sendingum stovnsins, harundir eisini í tíðindaflutninginum, og tí hoyrast javnan røddir frá borgarum, sum sjálvi vildu ynskt at kunnað umsitið tann partin av inntøkuni, sum hvønn einasta mánað verður fluttur hesum einstaka stovni. Sum grundgeving verður nevnt, at hin einstaki á tann hátt kundi flutt lógarkravda gjald sítt til tann stovnin, Kringvarp Føroya ella annan, sum hin einstaki lurtar eftir og hyggar at- og tí heldur vildi latið pening sín farið til.

Røddir hava eisini verið frammi um møguleikan at sett eina nevnd av áhugaðum og serkønum, sum regluliga kundi fylgt við virksemi stovnsins og verið teimum, ið har starvast, og ikki mins brúkarunum, tøk við ráðgeving og rættleiðingum.

Á Løgtingi, 16. juni 2026

Jenis av Rana

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder