Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Farleiðin frá flogvøllinum gjøgnum bygdirnar í Vága kommunu
Spurningar:
- Hvussu nógvir bilar koyra ígjøgnum bygdirnar í Vága kommunu árliga?
- Hvussu stór er ferðslan samanborið við onnur vegastrekkir í Føroyum?
- Hevur Vága kommuna heitt á Landsverk um at virka fyri loysnum á ferðsluni gjøgnum bygdirnar Miðvág og Sandavág?
- Hevur Landsverk biðið um pengar á fíggjarlógini til at gera ferðsluátøk saman við Vága kommunu á hesum vegastrekkjum?
- Er landsstýrið vitandi um, hvørjar ætlanir Vága kommuna hevur á økinum?
- Er nakað samskifti um eina fyribils felagsloysn á ferðsluruðuleikanum?
- Nær er ætlanin at gera eina varandi loysn á ferðslutrýstinum til og frá Vága Floghavn?
- Við økta ferðafólkatrýstinum um flogvøllin frameftir, metir landsstýriskvinnan so, at farleiðin til og frá flogvøllinum er nøktandi fyri borgararnar í Vága kommunu?
Viðmerkingar:
Ferðafólkatalið um flogvøllin bara økist. Útbyggingarnar av Vága Floghavn gera, at ferðafólkatalið væntandi røkkur 1 míó. fólk um nøkur ár.
Hetta leggur stórt trýst á vegakervið til og frá flogvøllinum.
Økta ferðslan koyrir gjøgnum tvær bygdir í Vága kommunu, Miðvág og Sandavág.
Hetta eru bygdavegir, sum krevja, at ferðsluforðingar og tálman av ferðsluni er neyðugt, um fólk skal búgva fram við høvðusvegnum.
Vága kommuna hevur víst á avbjóðingina og hevur ætlanir, men enn hevur Landsverk, sum eisini er vegamyndugleiki á hesum vegastrekki, ikki gjørt stórvegis.
Hetta eru fyribils ferðsluátøk, tí øll eru óivað á einum máli um, at ein varandi loysn má finnast. Hetta kann gerast, við at leiða ferðsluna frá flogvøllinum og tunga ferðslu annars, uttan um bygt øki. Nakrar tunnilsloysnir eru á borðinum, men enn er onki alment ítøkiligt, uttan tær tunnilsloysnir, sum Landsverk hevur á raðfestingarlistanum.
Ein loysn er ein tunnil millum Vatnsoyrar og Fútaklett. Ein onnur loysn er tunnil um Hálsin og tunnil ella vegur til Miðvágs norður á Vatn.
Fyri at fáa at vita, hvat ætlanin ítøkiligt er at gera her og nú á hesum vegastrekki, og fyri at vita, nær ætlanin er at gera eina varandi loysn, verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni.
Á Løgtingi, 10. desember 2025
Jóhannis Joensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald