Politikkur

Kringvarpið lýgur um mín persón

Í morgun vaknaði eg til, at Kringvarpið hevði lagt eina longri grein út í nátt, við yvirskriftini "Dennis og Alex selja Vaskiskúrin til landskassan fyri aðru ferð". Víðari stendur at lesa, at "Fyrst var tað Ítróttarskúli, nú Maritimur Mentanardepil. Seljararnir eru teir somu, Dennis Holm og Alex Vilhelm, sum nú fáa eina millión úr landskassanum fyri ómakin".

2025-12-18 11:26 Author image
Dennis Holm
placeholder

Her er so nógv faktuelt skeivt í, at eg veit ikki, hvar eg skal byrja. Eg byrji tí við tí, sum eg haldi er grovast. Og sum er orsøk til, at eg í morgun havi kontakta advokat um málið.

1 - Eg eigi einki í Vaskiskúrinum, og havi ongantíð átti í Vaskiskúrinum.

2 - Eg fái tí heldur onga millión úr landskassanum "fyri ómakin".

Tey, sum kenna meg vita, at eg geri ótrúliga nógv sjálvboðið arbeiði í lokalumhvørvinum í Vági. Tað havi eg altíð gjørt og tað geri eg enn. Tveir av teimum felagsskapunum, eg ólønt havi arbeitt fyri í mong Harrans ár, eru orsøk til søguna í Kringvarpinum.

1 - Ítróttarháskúlin, sum eg var við til at stovna og havi sitið sum formaður fyri í mong ár. Okur høvdu einaferð eina verkætlan, har okur ætlaðu at gera virksemi í Vaskiskúrinum, og søktu tí um stuðul til tað. Tað bleiv ikki til nakað.

2 - Vágs sóknar bygdasavn, sum eg havi verið í í útvið 25 ár. Hesin felagsskapurin ynskir nú at brúka Vaskiskúrin til at hýsa 100 ára gomlu grindabátunum í Vági í einum Maritimum Mentanardepli.

Ikki vardi tað meg, at mítt sjálvbodna arbeiði ígjøgnum fleiri áratíggjur, nú skuldi blíva til eina sak um korruptión við egnum vinningi fyri eyga.

Eg fái onga millión frá landskassanum. Eg havi ongantíð fingið pengar frá hesum felagsskapunum, sum Kringvarpið nú nýtir sum amboð til at illtonkja meg fyri.

Eg veit, at politikarar skulu tola nógv. Men eg finni meg ikki í at vera lagdur undir at mjólka mín sess í løgtinginum til egnan, persónligan vinning.

Tí havi eg kært til Kringvarpið og eg havi vent mær til advokat.

Haraftrat hevur Vágs Sóknar Bygdasavn skrivað til løgtingið um at taka umbønina um milliónina til Maritima Mentanardepilin aftur.

At enda, so var tað ein býttur feilur frá mínari síðu, at eg ikki bara fór út av fundi í fíggjarnevndini, tá ið umsóknin um stuðul til Maritima Mentanardepilin kom á borðið, tí eg í so mong ár havi arbeitt sjálvboðið fyri Vágs Bygdasavn sum kassameistari. Eg havi eisini biðið Fíggjarnevndina um umbering fyri tað. Og havi síðani eisini trekt meg úr Vágs Sóknar Bygdasavni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder