Politikkur

Kunning til flokkar og valevnir

Nú val er útskrivað at verða 24 og 26. mars, so ber ikki til at fáa lesarabrøv ókeypis út longur fram til tá uttan eina avtalu.

2026-03-06 18:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað ber til hjá flokkinum at keypa eina bannaralýsing nú frá og fram til valið.

Tá hava øll valevnini í flokkinum frítt at senda okkum tíðindaskriv, og vit taka einki fyri tey. Flokkarnir kunnu seta seg í samband við Jóanis Albert Nielsen við at senda teldupast til [email protected] ella tlf. 213361.

Lesarabrøvini skulu sendast til [email protected].

Velur flokkurin ikki at keypa bannaralýsing, so er neyðugt hjá hvørjum einstakum valevni at keypa sær lýsing ella greinapakkar.

Pakkar:

1 grein 200 kr + mvg

5 greinar 750 kr + mvg

10 greinar 1250 kr + mvg

Um valevni keypir lýsing so fær valevni lesarabrøvini út ókeypis.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder