Á fundunum hittu politisku umboðini úr Føroyum, Grønlandi og Danmark millum annað ovastu hernaðarligu leiðararnar í NATO, SACEUR og SACT. Eisini vóru fundir millum norðurlendsku verjumálaráðharrarnar og millum sameindu arktisku verjumálaráðharrarnar, har trygdarstøðan í økinum varð umrødd. Londini vóru samd um, at tað er neyðugt at raðfesta bæði trygdina og kapasitetirnar í Arktis og Norðuratlantshavi.
"Føroyar hava ein týðandi leiklut í trygdarpolitisku myndini í Norðuratlantshavi. Tí er umráðandi at hitta starvsfelagar úr londunum í Arktis og Norðuratlantshavi regluliga, m.a. fyri at umrøða, hvussu vit styrkja samstarvið um trygdina í økinum."
Broytingarnar í Arktis og Norðuratlantshavi hava beinleiðis týdning fyri Føroyar. Skiftið í trygdarpolitiska landslagnum ber við sær, at tað er avgerandi fyri Føroyar at taka virknan lut í altjóða samstarvi, sum kann fáa stóra ávirkan á okkara nærumhvørvi. Við luttøkuni á NATO-fundunum staðfesta Føroyar sín leiklut sum partur av einum breiðum samstarvi um trygd í Norðuratlantshavi, har endamálið er at varðveita frið og støðufesti í økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald