Politikkur

Landsstýriskvinnan í heilsumálum vitjaði Sjúklingahotellið í Keypmannahavn

Dýra biðidag vitjaði Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn.

2025-05-20 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á vitjanini hevði landsstýriskvinnan fund við Lene Juul Hallig, leiðaran á Sjúklingahotellinum. Á fundinum umrøddu tær umstøðurnar hjá teimum umleið 1.800 føroyingunum, sum árliga verða ávístir til viðgerð uttanlands, tí viðgerðin ikki er tøk í føroyska Sjúkrahúsverkinum. Meginparturin av viðgerðum uttanlands fara fram á Keypmannahavnarleiðini, har sjúklingar og teirra avvarðandi hava møguleika at búgva á Sjúklingahotellinum, meðan viðgerðin fer fram.

Eftir fundin vísti Lene Juul Hallig runt á Sjúklingahotellinum. Í hesum sambandi legði landsstýriskvinnan dent á týdningin av einum tryggum og føroyskum umhvørvi í einum annars truplum tíðarskeiði:

Tað hevur stóran týdning fyri sjúklingar og teirra avvarðandi at kunna vera í einum heimligum og føroyskum umhvørvi, tá tey skulu klára seg ígjøgnum eina krevjandi viðgerðargongd uttanlands. Á Sjúklingahotellinum verður veitt góð umsorgan, og starvsfólkini gera ein stóran mun fyri trivnaðin hjá sjúklingunum.
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum

Landsstýriskvinnan takkaði leiðsluni og starvsfólkunum á Sjúklingahotellinum fyri teirra stóra arbeiði og góðu tænastu til føroyingar í viðgerð uttanlands.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder