Levi er kendur fyri sítt arbeiðssemi og avbera góðu kundatænastu - vit eru takksom fyri, at hava fingið Levi til stjóra, sigur Jaspur Langgaard, stjóri í Kodio, sum eigur Terminal.fo
Sum stjóri, fær Levi ábyrgd av dagligu leiðsluni, strategisku menningini og at tryggja, at Terminal.fo framhaldandi veitir tænastur og loysnir á høgum støði til kundar og samstarvsfelagar. Levi Nybo sigur sjálvur: – Eg gleði meg at taka næsta stigið saman við dugnaliga toyminum á Terminal.fo. Vit hava eitt gott grundarlag at byggja víðari á - og eg síggi stórar møguleikar fyri framhaldandi menning og vøkstri. Terminal.fo er ein føroyskur heildarveitari av gjaldsloysnum og er partur av Kodio samtakinum. Við setanini av Levi Nybo, tekur Terminal.fo eitt týðandi stig í víðari menningini av felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald