Politikkur

Økið arbeiðsútboðið á eldraøkinum

Tørvur verður á nærum 450 fleiri ársverkum innan røkt til eldraøkið í 2035, umframt starvsfólk fyri tey sum innan 10 ár fara á pensjón. Land og kommunur eiga tí at gera ætlanir fyri, hvussu arbeiðsútboðið á eldraøkinum kann vaksa, sum bæði kann vera at fáa røktarstarvsfólk upp í tíð og at økja um starvsfólkatalið á eldraøkinum.

2025-10-15 09:40 Author image
Búskaparráðið
placeholder

Tørvurin á fleiri røktarstarvsfólkum veksur komandi árini, sí myndina niðanfyri. Myndin vísir ein framroknaðan tørv á nærum 450 fleiri røktarársverkum í 2035, um tey, sum verða 80+ ára gomul í 2035, í miðal hava sama tørv á eldra- og røktarbústaði, sum tey 80+ ára gomlu høvdu í 2024 og bygnaðurin av eldraøkinum er hin sami sum í 2024. 

Burturav verandi starvsfólkahópi í 2024 á 950 ársverk, vóru 75 ársverk omanfyri pensjónsaldur. Harafturat fara sløk 230 ársverk at røkka pensjónsaldur innan komandi 10 árini. Tískil er framtíðartørvurin á nýggjum røktarstarvsfólki størri, enn 450 ársverk fram til 2035, um ikki kommunurnar gera íløgur í størri og effektivari eindir á eldraøkinum.

Íløgur í størri røktarheim eru ikki einans ein neyðug strategi fyri at fáa eindarkostnaðin á eldraøkinum niður, men eisini fyri at tryggja, at avmarkaða útboðið av arbeiðsmegi verður gagnnýtt til fulnar og røkkur til. 

Væntaður tørvur á røktarársverkum fram til 2035

[object Object]

Kelda: Gjaldstovan, Hagstova Føroya og Búskaparráðið

Les meira í frágreiðing "Kommunubúskapurin og eldraøkið heystið 2025"

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder