Politikkur

Ruth Vang hevur svarað fyrispurningi frá Jóhannis Joensen

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-059/2025 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um farleiðina frá flogvøllinum gjøgnum bygdirnar í Vága kommunu.

2025-12-23 19:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


Fyrispurningurin er soljóðandi:

  1. Hvussu nógvir bilar koyra ígjøgnum bygdirnar í Vága kommunu árliga?

  2. Hvussu stór er ferðslan samanborið við onnur vegastrekkir í Føroyum?

  3. Hevur Vága kommuna heitt á Landsverk um at virka fyri loysnum á ferðsluni gjøgnum bygdirnar Miðvág og Sandavág?

  4. Hevur Landsverk biðið um pengar á fíggjarlógini til at gera ferðsluátøk saman við Vága kommunu á hesum vegastrekkjum?

  5. Er landsstýrið vitandi um, hvørjar ætlanir Vága kommuna hevur á økinum?

  6. Er nakað samskifti um eina fyribils felagsloysn á ferðsluruðuleikanum?

  7. Nær er ætlanin at gera eina varandi loysn á ferðslutrýstinum til og frá Vága Floghavn?

  8. Við økta ferðafólkatrýstinum um flogvøllin frameftir, metir landsstýriskvinnan so, at farleiðin til og frá flogvøllinum er nøktandi fyri borgararnar í Vága kommunu?

Svar til spurning nr. 1 og 2

Landsverk hevur ein ferðsluteljara í Sandavági og ein ferðsluteljara á Vatnavegnum, umleið 1,3 kilometrar vestanfyri rundkoyringina í Miðvági. Ferðslan í Sandavági var í miðal 4.447 bilar um dagin (samdøgrið) í 2024, og á Vatnavegnum var ferðslan í miðal 3.595 bilar um dagin í 2024. Ferðslan er økt við ávikavist 252 og 286 bilum í miðal um dagin síðan 2022.

Til samanberingar kann hyggjast at talvuni niðanfyri, sum vísir eitt yvirlit yvir ferðsluteljingar á 11 støðum í Føroyum í tíðarskeiðinum 2022 – 2024. Til dømis koyra 6.706 bilar á Lambareiði um dagin, 6.236 bilar um Gøtueiði, 4.007 á Kirkjubøvegnum og 2.710 bilar í Kollafirði.

Svar til spurning nr. 3, 4, 5 og 6


Landsverk samskiftir javnan við Vága kommunu um ymiskar ferðslutrygdar loysnir gjøgnum bygdirnar. Fleiri átøk eru gjørd seinnu árini.

Í 2008 arbeiddu kommunan og Landverk saman um eina felags loysn fyri alt vegastrekkið, har ein ráðgevi gjørdi ymisk uppskot til átøk gjøgnum bygdirnar. Ein partur av vegnum er kommunalur, so tískil er neyðugt at arbeiða saman um eina felags loysn. Síðan tá eru fleiri átøk gjørd, ið mælt var til. Til dømis:

  • ferðsluoyggj við Áarlíð,

  • rundkoyring við kommunuskrivstovuna,

  • ferðsluoyggj við Valloyrarveg í Sandavág,

  • breiðkan av gongubreytum,

  • bungur á vegnum í Miðvági, og

  • rundkoyring við keypsamtøkuna í Miðvági.

Í 2026 er ætlanin at betra ferðsluoynna við Valloyrarvegin í Sandavági.

Landsverk hevur arbeitt saman við kommununi við eini loysn at gera eina rundkoyring á Giljanesi fyri at betra trygdina við skúlan og sum heild at skipa ferðsluviðurskiftini betri á staðnum.

Landsverk mælir til, at allar verandi íbindingar til og frá skúlanum, landsvegum, kommunalum vegum og vinnuøkinum verða knýttar í hesa rundkoyringina.

Parturin hjá landinum av hesi verkætlan er mettur til at kosta umleið 15 mió. kr.

Landsverk hevur eisini raðfest hetta økið í samband við asfaltering seinnu árini, bæði í bygdunum og báðumegin bygdirnar.

Svar til spurning nr. 7 og 8

Spurt verður um, nær ætlanin er at gera eina varandi loysn á ferðslutrýstinum til og frá Vága Floghavn. Til tað er at siga, at tað er ein spurningur um, hvør loysn verður vald, og tað er treytað av játtan til endamálið.

Ferðsluábøtur gera mun, men ein varandi loysn er at leiða ferðsluna uttanum bygdirnar (bygt øki). Landsverk hevur fyrr lýst nakrar av hesum loysnunum í Samferðsluætlanini fyri 2018 – 2030.

Fyribils útrokningar vísa, at Vatnsoyrartunnilin er ein skilagóð íløga. Ein kostnað-nyttu greining av Vatnsoyratunlinum vísir, at nyttan er størri enn kostnaðurin av at gera og reka íløguna. Sostatt er hetta ein lønandi íløga í mun til verandi farleið.

Talan er um stórar íløgur, og tað verður trupult at fáa játtan til at fáa ein nøktandi farleið á Vágum næstu árini. Vónandi ber til at fáa eina semju um eina langtíðarløguætlan, har ein av nevndu verkætlanum er við.

Ruth Vang

Landsstýriskvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder