Politikkur

Seks býráðslimir í Sunda kommunu vóru til allar býráðsfundirnar

Tað vóru 13 býráðsfundir í Sunda kommunu í 2025

2026-01-10 13:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sunda kommunu hevði í 2025 13 býráðsfundir.

Seks býráðslimir møttu upp til allar fundirnar. Tey vóru Eyðstein Zachariasen (borgarstjóri), Jóhanna Paula við Streym (varaborgarstjóri), Jógvan Kruse, Lena Dam, Hallgerð Hansen og Rakul M. Johansen.

Ein býráðslimur misti tveir fundir, tað var Haraldur S. Hammer.

Rógvi Nybo og Trygvi Kallsoy vóru til 10 útav 13 fundum.

Ingibjørg Egholm misti seks útav 13 fundum, og Marni E. Joensen misti sjey útav 13 fundum.

Fýra varalimir vóru á fundi 2025.

Vinjard Dam møtti til sjey fundir. Høgni Tausen og Ebba Marianna Joensen vóru til fimm fundir og Fríðunn Jacobsen var til ein fund.

Sí eisini:

Trý vóru til allar fundirnar í Sørvágs kommunu

Sára, Anja og Janus vóru til allar fundirnar í Vestmanna kommun

Góð uppmøting í Kvívíkar kommunu

Bjarni, Jóanis Albert og Thilda vóru til allar fundirnar í Vága kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder