Politikkur

Sig tað nóg ofta og tú trýrt

Soleiðis kann eisini skapast ein sannleiki. At siga nakað ið ikki er satt nóg ofta, inntil onkur trýr tí. Tað sær út til at eydnast væl hjá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu við góðari hjálp frá okkara almenna tíðindastovnið Kringvarp Føroya.

2026-05-08 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Áðrenn eg bleiv politikkari, havi eg altíð havt stórt álit á KVF. Eftir at upplivað handfaring teirra í miðlingini um eitt vegarbeiði í Kaldbak, hevur hetta álit fingið eitt skot fyri bógvið.

Tá ið kringvarpið ikki fekk fatur á mær til sjónvarpinnslagið mánadagin 4 mai, upplýsa teir fyri øllum føroyafólkið, at eg hevði onga viðmerking.

Á býráðsfundinum hósdagin 30 apríl, kemur alt fram í málinum. Men KVF klippur tað eg segði, til at hava tann øvðugta tídningin, soleiðis at sakførarin tey høvdu fingið inn í sjónvarpsstovuna, skuldi siga júst tað ið tey ætlaðu. Tað sum sakførarin Jógvan Páll Lassen førdi fram var eisini rætt, men um støðan var tann ið KVF bar fram.

Støðan var IKKI soleiðis sum KVF førdi fram í sjónvarpstíðindunum mánadagin, hon var so skeiv, at tað var ÓSATT.

Kringvarpið er gjørt varðhug við feilin. Men ongin áhugið er at rætt inn og lýsa málið sum tað er.

Orsaka einum óskyldugum áhaldandi áltið til KVF, havi eg trúð at fólk síggja feilin sjálvi. Og valdi ikki at gera viðmerkingar til málið útyvir býráðsfundin. Vit eru fólkavald og skula tola nógv, men at verða hongdur út soleiðis, har gongur markið.

Eg fari at koma við fylgjandi rættleiðingum ið eru bygd á fakta !

Vegarbeiði í Kaldbak, snýr seg um at breiðka og betra veglong uttanfyri nýggju høllina í Kaldbak. Eitt arbeiði kommunan hevur ætlað sær at gjørt síðan 2022. Peningurin á 1,5 mió var settur av, men fluttur hvørt ár, tí arbeiði bleiv ikki sett í gongd.

Eg fór inn í politik, fyri at royna at skapa úrslit og geva serliga útjaðarinum í kommununi eina framfýsnað orku, sum eg meti meg sjálvan hava, til endamálið.

Tí fór eg sum formaður inn, raðfestið hesa íløguna, soleiðis at kaldbaksfólk nú skuldu fáa hetta ið bíða hevur verði eftir í so nógv ár.

Fyri at fáa hetta gjørt gav eg fyrisitingini boð um at fyrireikað málið til tekniskunevnd at taka sína endaligu støðu til. Boðini vóru at har var ikki orka at gera arbeiði. Tekniskanevnd gav boð um at bjóða arbeiði út. Listatiónslógin er galdandi men vit løgdu tyngd í tíðarætlanina í útbjóðingartilfarið. Tað framgongur eisini greitt í teksinum.

Í útbjóðingartilfarinum stendur greitt (beinleiðis endurgeving):

“Tað er umráðandi at arbeiði er gjølla planlagt og verður gjørt samanhangandi, soleiðis at arbeiði á staðnum ikki tekur longri tíð enn neyðugt...... Arbeiði skal byrja Mars/Apríl, og tíðarætlan skal leggjast hjá, saman við tilboðnum”.

Á nevndarfundinum í tekniskunevnd mánadagin 9 mars, fingu vit upplýst at tvey tilboð vóru komin inn, har tann eini ikki hevði nakra tíðarætlan. Hesin fall tí uttanfyri ásettu treytir og var hin eini eftir ið uppfyltið allar treytir í útbjóðingartilfarinum. Í samráðingunum við hann fingu vit enn tá arbeiðstíðina enn meira styttað uttan eykað kostnað. Her frá er arbeiði avgreitt í tekniskunevnd.

27 mars undirskrivar fyrisitingin sáttmála við arbeiðstakaran og arbeiði fer í gongd.

Eftir hetta fái eg fleiri teldupostar frá borgarstjóranum. Fyrst við spurningum til sjálvt málið. Eg sendi henni svar. Tá ið eg so fái aftursvar er tónin ákærandi og hóttandi.

Borgarstjórin hevur brúkt nógva orku at siga, at vit høvdu góðtikið eitt tilboð uttanfyri játtanarkarmin á 1,5 mió. Hetta er heldur ikki rætt. Tí ein fyrisitingarfeilur er orsøkin til so er. Borgarstjórin samráddist við Annfinn Brekkstein um hansara atkvøðu, tá ið fíggjarætlan 2026 var til viðgerðar hósdagin 20 nov. 2025. Samráðingarnar komu á mál, ið merkti hesar broytingar. Pengar skuldu leggjast afturat tveimum arbeiðum, 500.000,00 til eitt vegarbeiði á Gerðisvegi á Velbastað og 500.000,00 til vegarbeiði uttanfyri høllina í Kaldbak.

Hesar broytingar skrivaði eg, sum formaður í tekniskunevnd niður, tíbetur, tað vísur seg at ongin annar hevði gjørt tað og tí hvarv hendan avtalan ið borgarstjórin gjørdi við ein annan býráðslim.

Eg vísti borgarstjóran á at tær 60.000,- ið var farið útum tær 1.5 mió kr. var ikki rætt, tí vit høvdu 500.000,00 til verkætlanina afturat, sum alt býráði samtyktið 20 nov. 2025. So ávísingin um hetta fyrisitingar misstakið kom longu tá frá mær.

Ikki fyrrenn á býráðsfundinum hósdagin 30 apríl váttar borgarstjórin at so er, men at tað vóru fleiri ið høvdu gjørt var við hetta. Hetta er heldur ikki satt, tí hon trúði mær ikki, sjálvt tá ið eg orðarætt endurgav orðini hjá Annfinn Brekkstein frá 20 nov. 2025. Hinvegin hevði hon lurta eftir mær beinavegin, so var ongin ósemja og onki rok.

Tað er ein fyrisitingarstjóri og ein leiðari ið hava undirskriva sáttmálan við arbeiðstakaran. Tí er tað ein fyrisitingarfeilur um talan er, at undirskrivað er ov skjótt.

Ovasti fyrisitingarleiðari er borgarstjórin sjálvur.

Niðurstøðan hevur verði, at finna onkran annan at flyta ábyrgdina yvir á.

Tekniskanevnd hevur tikið rættar avgerðir í málinum, útfrá teimum upplýsingum ið er givið okkum.

Politikkarin skal tola meira enn vanliga fólkið, men at verða hongdur út soleiðis, av ovasta samgongulimið og okkara almenna tíðindastovnið, har gongur markið.

 

Bergur Robert Dam Jensen

Formaður í Tekniskunevnd

Í Tórshavnar Býráð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder