Politikkur

Sjálvsavgerðarættur á breddanum í fólkatinginum

Danska stjórnin vil gera broytingar í ríkisfelagsskapinum. Tað kom fram undir orðaskifti í fólkatinginum í gjár, har eg reisti málið um sjálvsavgerðarætt í málum, sum viðvíkja Føroyum.

2026-06-25 07:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eg vildi vita, um danska stjórnin er sinnað at tryggja, at endaligar avgerðir, sum viðvíkja Føroyum verða tiknar í Føroyum.

Mette Frederiksen svaraði heilt greitt ja, og hon legði afturat, at danska stjórnin ger alt hvat hon kann fyri at tryggja, at Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, WTO og í IOC.  

Í føroyska samgonguskjalinum stendur, at Føroyar skulu fáa staðfest sjálvsavgerðarrætt í øllum viðurskiftum, ið viðvíkja Føroyum. Danska stjórnin hevur eisini skrivað í sítt samgonguskjal, at í altjóða viðurskiftum skal einki avgerðast uttanum Føroyar og Grønland.

Góð ting eru fest á blað í danska samgonguskjalinum, og ætli mær syrgja fyri at samgonguskjalið verður framt í verki.

Tí spurdi eg forsætisráðfrúuna um avgerðarætturin hjá Føroyum kann verða settur í ein fastan karm, sum tryggjar, at Føroyar veruliga hava avgerðarættin í uttanríkis- og verjumálum.

Mette Frederiksen sigur, at hon vil hava eitt tætt samstarv við føroyska landsstýrið hesum viðvíkjandi.

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder