Fyrr í ár tók Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, stig til at fara undir at menna skipanina við viðtalum hjá kommunulæknunum. Við skipanini er ikki neyðugt hjá borgarum at møta í viðtaluhølunum hjá kommunulæknanum. Viðskiftafólk kunnu eitt nú sita heima hjá sær sjálvum, ella meðan tey eru til arbeiðis, rita inn á Vangan, og har avgreiða síni ørindi við talgildum samskifti við kommunulæknan.
Hetta er eitt týðandi stig á leiðini at gera sambandið millum borgara og heilsuverkið meira smidligt. Skipanin er ment til at vera trygg, løtt at brúka og at spara tíð hjá bæði borgarum og heilsustarvsfólki. - Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
Loysnin er partur av Vanganum. Talgildu Føroyar hevur staðið fyri, at gera tað møguligt hjá læknum og starvsfólki teirra at stovna talgildar viðtalur, har borgarin fær eina innkalling beinleiðis í kalendaran á Vanganum. Talan er um eitt tøkniligt trygt umhvørvi til sjálva viðtaluna, tí borgarin skal rita inn við Samleikanum.
Hetta fer væntandi at spara tíð fyri bæði læknar og viðskiftafólk. Til dømis fyri borgarar, sum búgva langt frá kommunulæknaviðtaluni, ella sum hava trupult við at flyta seg, og sum bert skulu hava eina eftirfylgjandi viðtalu ella fáa svar uppá kanningar.
Tó verður tað altíð ein faklig meting, sum avger, nær ein talgild viðtala er hóskandi. Summi evni hóska væl til talgildar viðtalur, onnur minni væl. Viðtalur, ið krevja kropsliga kanning ella serligar royndir, verða framvegis í viðtaluni hjá kommunulæknanum.
Næsta stig
Tað kunnu vera ávísir byrjanartrupulleikar, sum vanligt er við nýggjari tøkni. Kommunulæknaviðtalurnar og borgarar, sum luttaka í royndarverkætlanini, verða kunnað og stuðlað í byrjanini, og niðurstøður frá royndarverkætlanini verða brúktar til at menna og víðka nýtsluna av skipanini stigvíst.
Hví talgildar viðtalur?
Talgilt samband kann brúkast, í staðin fyri at vera fysiskt til staðar í kommunulæknaviðtaluni, uttan at tað gongur út yvir heilsufakligu dygdina. Kanningar vísa sama nøgdsemi og somu dygd við talgildum sambandi, sum at vera fysiskt til staðar í viðtaluni. Fyrimunirnir við talgildari viðtalu kunnu vera:
- Smidligari hjá borgaranum og minni ferðing.
- Størri kenslu av tryggleika við at kunna vera í tryggum kørmum heima.
- Minni trýst á kommunulæknaviðtalurnar, so starvsfólk og viðtalurúm kunnu nýtast, har tørvurin er størstur.
- Minni umhvørvisdálking, tí minni verður av óneyðugari ferðing og CO₂-útláti.
Kelda: Vælg klogt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald