Politikkur

Tórshavnar Kommuna kann loysa stóru bústaðarneyðina um vilji er til tess

Á fundi mánamorgunin á Finsen legði Majbritt Skov frá Deloitte Economics í Danmark fram áhugaverda greining, sum er gjørd um avbjóðingarnar í bústaðar marknaðinum í Føroyum.

2026-02-23 20:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eitt nú var viðgjørt, um tað var møguligt at byggja 2.000 nýggjar bústaðir í Føroyum áðrenn 2030, tvs. um 4 ár, harav umleið helvtin skal byggjast í Tórshavnar kommunu.

Ein av fýra fyritreytunum sambært Deloitte Economics fyri at náa úrslitinum um 2.000 nýggjar bústaðir komandi 4 árini er, at byggimálsviðgerðin hjá kommunum gerst skjótari og meira effektiv.

Tíverri er støðan í dag tann, at nógvar nýggjar bústaðarverkætlanir í løtuni hava eina alt ov langa og "bureaukratiska" málsviðgerð í Tórshavnar kommunu. Hetta ger at fleiri bústaðir í kommununi tíverri ikki síggja dagsins at ljós nóg skjótt. Hetta skapar stórar “frustratiónir” hjá byggifeløgum og borgarum, sum bíða eftir svarið frá byggimálsdeildini. Hetta má kunna gerðast betur av Tórshavnar kommunu.

Tað er staðfest, at samgongan í Tórshavnar kommunu í dag reint politiskt hevur valt at raðfesta "Umhvørvið" allar ovast av sínum politisku málum, eisini fram um stóra tørvin á nýggjum bústøðum. Alt gott um politiskar hugsjónir at vilja verja umhvørvið, vátlendi og at gerða neyðugar lendiskanningar osv. Men tað kemur allarhelst at ávirkað, at alt ov lítið av nýggjum byggilendi verður lagt út til grundøkir komandi árini. Tí er eisini stórur vandi fyri, at vit helst ikki kunnu fáa tað neyðuga talið av nýggjum bústøðum í Tórshavnar Kommunu, sum so mong hava tørv á í kommununi.

Høvuðsuppgávan hjá Tórshavnar Kommunu viðvíkjandi bústaðarbygging eigur eftir mínum tykki altíð at verða at skapa bestu karmar til okkara borgarar, sum ynskja at byggja sín egna bústað, til byggifyritøkur sum byggja íbúðir til víðari sølu og til íleggjarar, sum ynskja at byggja leiguíbúðir.

Eftir mínum tykki, átti Tórshavnar Kommuna heldur ikki at verið farið í samstarv við Bústaðir um eitt almannagangligt bústaðarleigufelag. Hetta tí at Tórshavnar Kommuna við at brúka 20 mió.kr. av skattaborgarans peningi til verkætanina, skeiklar kappingina við privatar aktørar á leigumarknaðinum umframt at hetta kann minkað munandi um áhugan hjá øðrum aktørum at gerða íløgur í leiguíbúðarverkætlanir framyvir. Harnæst var talan um sera dýrar leiguíbúðir, sum ikki rakar tann rættað málbólkin, sum eftirspyr bíligar leiguíbúðir, har tørvurin er størstur.

Tí vil eg heita á samgonguna og Elsu Berg, borgarstjóra í Tórshavnar býráði, at fara í arbeiðsklæðini, og veruliga arbeiða fyri at fáa nógv fleiri bústaðarmøguleikar til okkara borgarar í kommununi til vega komandi árini. Somuleiðis eisini at betra um innanhýsis mannagongdir soleiðis at svartíðin uppá byggimálsviðgerðir kann styttast og gerast meira effektiv, sum Deloitte Economics eisini upplýsti sum eitt av týdningarmiklu krøvunum.

Vit í Fólkaflokkinum eru sjálvsagt altíð klárir at hjálpa og stuðla í býráðnum, um vit veruliga síggja at tað gagnar borgarum og familjum í Tórshavnar kommunu.


Birgir Nielsen, býráðslimur
Fólkaflokkurin í Tórshavnar býráð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder