Politikkur

Umhvørviskanningin av Suðuroyartunlinum er misvísandi og ófullfíggjað

Føroya Fuglafrøðifelag vil hervið átala arbeiðsháttin hjá Tunnilsfelagnum í samband við strategisku umhvørviskanningina, sum vfelagið hevur latið gjørt í sambandi við Suðuroyartunnilin. Kanningin gevur eina skeiva og alt ov einfalda mynd av teimum árinum, verkætlanin hevur á føroysku náttúruna.

2026-02-14 20:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

- Tá avgerðir verða tiknar, sum ávirka so nógva náttúru, hava vit skyldu til at tryggja, at tær byggja á sakligt grundarlag, sigur Føroya Fuglafrøðifelag.

Fleiri náttúrufelagsskapir heittu í fjør staðiliga á politisku skipanina um at lata gera eina óhefta meting av, hvussu náttúran verður ávirkað av ymisku linjuføringunum til Suðuroyartunnilin. Endamálið var at tryggja, at politikararnir høvdu eitt gott og sakligt grundarlag at taka støðu út frá - eina meting sum ikki byggir á meiningar, persónlig áhugamál og gitingar frá báðum pørtum.

Hósdagin í farnu viku kom tað fram, at Tunnilsfelagið hevur keypt eina strategiska árinsmeting, sum skuldi meta um, hvør linjuføring hevur størst ávirkan á náttúruna. Tað er tó sera problematiskt, at ráðgevarnir, sum hava gjørt kanningina, bert hava tosað við Tunnilsfelagið og ikki áhugabólkin, sum stendur fyri og hevur teknað alternativu loysnina.

- Á fundi við ráðgevarnar, sum hava gjørt metingina fyri Tunnilsfelagið, kom fram, at tey ikki hava fingið útflýggjað neyðugar tekningar av alternativu linjuføringini. Hetta ger, at tær ymisku linjuføringarnar ikki verða mettar á sama grundarlagi, sigur Føroya Fuglafrøðifelag.

Í metingini koma ráðgevarnir til ta niðurstøðu, at loysnin hjá Tunnilsfelagnum er tann náttúrubetra.

- Vit skiltu als ikki niðurstøðuna, tí við loysnini hjá Tunnilsfelagnum ætlar tú at leggja millum 4000  og 10.000 metrar av náttúru í Sandoynni undir asfalt, umframt at tú skalt tyrva 1.500.000 rúmmetrar av gróti í náttúruøki í Djúpadali, sigur Føroya Fuglafrøðifelag.

[object Object]

Náttúrufelagsskapirnir hava víst á, at tað finst eitt náttúrubetri alternativ, har bert 206 metrar av vegi skulu gerast í Sandoynni og einki grót verður lagt í náttúruøki.

Tó vísa náttúrufelagsskapirnir á, at báðar loysnirnar hava avleiðingar fyri náttúruni í Skúvoynni og vísa á týdningin at skipa hetta arbeiðið so skynsamt sum gjørligt - óansæð hvør loysn verður vald.

Tó er tað ikki greitt, hví Tunnilsfelagið hevur útvegað ráðgevunum tekningar av einum ovurstórum byggiplássi í Skúvoy, tá tað snýr seg um alternativu farleiðina.

- Tað ovurstóra byggiplássið, sum Tunnilsfelagið hevur teknað inn í ætlanirnar fyri alternativu farleiðina er helst orsøkin til, at alternativa farleiðin verður mett at vera verri fyri náttúruna.. Men hendan metingin byggir ikki á rættar tekningar og røttu dimensiónirnar, og tað er sera problematiskt, metir Føroya Fuglafrøðifelag.

Fyrr í vikuni tóku náttúrufelagsskapirnir stig til ein fund við ráðgevarnar sum hava staðið fyri at gera strategisku árinsmetingina fyri at gera vart við hendan skeivleikan.

Ráðgevarnir hava nú vent sær til Løgmansskrivstovuna og gjørt vart við, at tey ynskja at fáa rætt og fullfíggjað tilfar um alternativu linjuføringina.

Strategiska umhvørviskanningin, sum er ætlað at vera eitt avgerandi grundarlag í støðutakanini til eina av størstu samferðsluverkætlanunum í Føroyum, kann tí ikki metast at vera saklig, fyrrenn hon byggir á rætt tilfar.

Krav um álítandi meting

Tí mælir Føroya Fuglafrøðifelag til:

  • at ein óheft strategisk umhvørviskanning verður gjørd
  • at allar linjuføringar verða mettar javnbjóðis og á sama fakliga grundarlagi
  • at metingin byggir á viðurkenda vísindalig gransking

- Ein so stór avgerð eigur ikki at verða tikin á einum skeivum og ófullfíggjaðum grundarlagi.

Vegna Føroya Fuglafrøðifelag

Silas Olofson
fyrisitingarstjóri

Allar viðmerkingarnar hjá Føroya Fuglafrøðifelag kunnu síggjast í skjali her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=11412

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder