Men hvussu hevur vanligi føroyingurin tað? Verður ríkidømið rætt raðfest?
Tíverri eru mong, sum av røttum svara nei.
Hesi kenna seg hvørki aftur í stóru ognini ella yvirskotinum, sum føroysku bankarnir á hvørjum ári servera fyri ognarum sínum. Risa yvirskot meðan hesi stríðast við at megna dagliga húsarhaldið, m.a. vegna ovurdýr húsalán frá somum bankum.
Føroyum tørvar djarvar politikarar, politikarar, sum tora at raðfesta ríkidømið rætt!
Nakað annað- og tó- er undirskotið á fíggjarlógini.
Seinastu trý árini hevur undirskot verið á fíggjarlóg landsins. Meðan inntøkuvøksturin hevur verið millum 1,5 og 2 % árliga, hevur útreiðsluvøksturin verið millum 4 og 6 % árliga. Ein og hvør skilir, at slíkt við tíðini kann enda við at eta upp allar ognir.
Tí má vend koma í, og gylti møguleikin at rætta kósina verður nú 26. mars.
Miðflokkurin, álítandi, miðvísur og djarvur, bjóðar 17 valevni fram á valevnislista sínum til Løgtingsvalið. Men skulu vit kunna gera mun, eisini á fíggjarliga økinum, tørvar okkum atkvøðu tína!
Takk fyri!
Jenis av Rana
Formaður og valevni Miðfloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald