Í staðin fyri eitt savnað sambýli við tveimum lonum, verður verkætlanin nú skipað sum tvey sjálvstøðug sambýli við hvør sínum navni og virksemi: Sambýlið á Leitisvegi og Sambýlið í Birtulíð.
Tað er avgerandi, at vit taka neyðug faklig og menniskjalig atlit. Tí hava vit valt at skipa verkætlanina í tvær sjálvstøðugar eindir, so at málbólkarnir ikki verða blandaðir, og hvør bólkur fær best møguligu umstøður at trívast og mennast í - Margit Stórá, landsstýriskvinna
Fyrsti partur, sum farið verður undir, er sambýlið til fólk við menningartarni og autismu. Talan er um at dagføra og umvæla verandi ogn á Leitisvegi 70 í Miðvági. Har verða sjey búpláss, og arbeiðið er klárt at fara undir. Hetta verður sostatt fyrsta stig í tillagaðu verkætlanini.
Við síðuna av ognini á Leitisvegi er grundøki, har ætlanin er at byggja Sambýlið í Birtulíð við 12 búplássum til fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum. Henda verkætlanin verður boðin út í heildararbeiðstøku, og fyrireikingar eru í gongd.
Samanlagt fer verkætlanin at fevna um 19 búpláss – sjey á Leitisvegi og tólv í Birtulíð – skipað í tveimum sjálvstøðugum sambýlum.
Við hesum tillagingum verður tryggjað, at atlit verða tikin at ymisku tørvunum hjá búfólkunum, samstundis sum verkætlanin kann halda fram eftir einari greiðari og skipaðari leið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald