Politikkur

Vinjard Johansen stillar upp fyri Miðflokkin

Vinjard stillaði upp til løgtingsval fyrstu fer í 2004, tá vóru 7 valdømi.

2026-03-05 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hann var varðamaður hjá Miðflokkinum líka frá byrjan, og fram til løgtingsvalið í 2015. Tað seinasta løgtingsvalið hann stillaði upp fyri flokkin í 2011, fekk hann 110 atkvøður. Vinjard er 51 ára gamal og hevur arbeitt í privata vinnulívinum, síðan hann var liðugur við útbúgving. Í dag arbeiður hann á søludeildini hjá Effo. Vinjard hevur tikið útbúgving í Internatinal marknaðarføring.

Eftir fleiri áheitanir frá Miðflokkinum, havi eg avgjørt at stilla upp aftur til komandi Løgtingsval 26. mars, sigur Vinjard Johansen sum er búsitandi í Saltangará.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder