Jaspis og Ametyst landaðu í gjár
Jaspis og Ametyst landaðu til Barðið í Havn í gjár, teir høvdu 230.000 pund.
Smaragd og Safari landa á Kósini
Partrolararnir Smaragd og Safari landa á Kósini, teir hava 160.000 pund, meginparturin er upsi.
Christian í Grótinum landar til Havsbrún
Christian í Grótinum er í morgun á Fuglafirði við 600 tonsum av makreli, sum teir landa til Havsbrún.
Borgarin og Norðingur landaðu til Havsbrún í gjár
Borgarin og Norðingur vóru á Fuglafirði í gjár, har teir landaðu til Havsbrún.