Heykur og Falkur eru fullir undir lúkurnar
Teir hava gjørt ein roktúr, tað eru 4 dagar síðan teir loystu.
Innlánini í bankunum økt við 9,9 prosent
Peningur á bók í føroysku bankunum var 22 mia. kr. í mai 2025, sum er ein vøkstur á 9,9%, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal.
Samlaði útlánsvøksturin 5,5 prosent í mai
Í mai 2025 var útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum 5,5% roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal.
130.000 pund av útróðrarfiski
Nógvir útróðrarbátar vóru á søluni hjá fiskamarknaðinum í morgun - teir høvdu 130.000 pund tilsamans