Politikkur

Vit fegnast um uppskotið – men meira má gerast

Uppskotið um kravda revsiváttan frá útlendingum er gott, men vit mugu ikki steðga her, tí á útlendingaøkinum eru aðrir trupulleikar, sum vit skulu loysa her og nú.

2025-08-22 07:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fólkaflokkurin fegnast um, at landsstýrismaðurin í lógarmálum nú kemur við uppskoti um, at arbeiðsgevarar skulu krevja revsiváttan frá útlendingum, ið søkja arbeiði í Føroyum.

Sjálvandi skulu brotsmenn ikki innflytast til Føroya. Tað sigur seg sjálvt.

Tó er hetta ikki nóg mikið! 

Flest fólk eru kanska ikki so varug við tað, men veruleikin er tann, at tað koma nógv, nógv fleiri útlendingar til Føroya umvegis arbeiðsloyvis-skipanina, enn vit geva okkum far um.

Orsøkin er, at reglurnar í dag loyva maka og børnum undir 18 ár, at koma við til Føroya uttan stórvegis krøv. Kravið er bert, at makin og tann, sum kemur til Føroya at arbeiða, skulu hava búð saman í hálvtannað til tvey ár, áðrenn tey koma til Føroya.

Harafturat kann samfylgjandi makin fáa arbeiðsloyvi og arbeiða frítt og hjá fleiri arbeiðsgevarum, meðan tann, sum kemur umvegis arbeiðsloyvi, skal arbeiða í minsta lagi 40 tímar um vikuna og bert hjá einum arbeiðsgevara.

Tískil er tað ikki bert persónurin, sum kemur til Føroya at arbeiða, vit skulu fyrihalda okkum til, men eisini makan og børnini. Og soleiðis kunnu útlendingarnar brádliga gerast nógvir í tali, og tað kann gerast ein stórur trupulleiki fyri føroyska samfelagið.

Allarflestu útlendingar eru hampafólk, sum ikki koma til Føroya at gera brotsverk. Tó krevur og kostar tað nógv at integrera fólk, soleiðis tey duga málið og kenna til mentanina hjá okkum. Tað merkja kommunurnar, tað merkja serliga fólkaskúlarnar og barnagarðarnar og aðrir stovnar í samfelagnum.

Tað hevur stóran týdning, at tey, sum koma her, verða integreraði – og tí skulu vit natúrliga eisini spyrja, hvussu nógv, vit megna og hava ráð til at integera.

Vónandi er Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, eisini samdur um hetta.

Fólkaflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder