Vinna

Tróndur í Gøtu og Arctic Voyager landa til Havsbrún

Bæði skipini eru komin inn í dag.

2026-11-19 20:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seint seinnapartin koma Tróndur í Gøtu á Fuglafjørð, og har landa teir í løtuni til Havsbrún. Tróndur í Gøtu hevur henda túrin fiskað 2500 tons.

Arctic Voyager kom fyri løtu síðani á Havnina, og bíðar at sleppa framat hjá Havsbrún. Arctic Voyager hevur henda túrin fiskað 2000 tons.

Bæði skipini hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder