Mentan

Flúgvandi byrjan

...

2013-08-09 20:39 Author image
placeholder

Áhoyrarafjøldin, sum var tann størsta, ið hevur verið eitt hóskvøld á Summar Festivali, upplivdi Mika í toppformi. Framførslan var topptunað, bólkurin spældi sum ein dreymur, og Mika sang framúrskarandi væl. Konsertin var ein tann besta, ið nakrantíð hevur verið á Summar Festivalinum.


Summar Festivalurin heldur fram fríggjadagin við framførslum frá føroyskum og útlendskum bólkum. Høvuðsnavn verður ???Legends- Voices of Rock???. Amerikansku rocksangararnir Joe Lynn Turner, Bill Champlin, Robin Beck og Bobby Kimball fara at syngja hitt hjá millum annað Rainbow, Chicago og Toto.

Eisini ber til at uppliva framførslur við føroyskum bólkum sum Boys In A Band, Flammu, Hans Andrias, Evi, Quarter To Three og Tinganest.

Mika, tú ert ótrúligur!

Í gjár avmyndaði Mika føroyska landslagið og var stórliga hugtikin ??? kallaði Føroyar ótrúligar. Í dag tók hann Vágsbø við helst bestu poppkonsert í Føroyum nakrantíð. Mika er ótrúligur!

Tað var ikki bert ein poppkonsert. Tað var ikki bert ein tónleikaframførsla. Tað var ikki bert festivalhýrur. Tað var listarligur poppur í heimsflokki!

10. Summar Festivalurin byrjaði við kanska bestu konsert í Føroyum nakrantíð. Tað var stórt og stásiligt, trimmað og tunað, flott og frekt. Mika var í toppformi, tá ið hann hevði sína konsert á Vágsbøi. Bólkurin spældi framúr væl, Mika var ein ótrúligur frontfigurur, og hann sang og dansaði og undirhelt sum tann heimsstjørna, hann er. Hann er ikki uppfunnin ella framleiddur ??? hann er eitt ektað talent.

Mika sang allar sínar kendu sangir, og tað gjørdi hann sannførandi frá byrjan til enda. Mongu áhoyrararnir tóku eisini væl undir við honum, og konsertin endaði sum eitt minniligt samspæl millum tónleikarar og áhoyrarar.

Mika fær allar stjørnur, sum til ber at geva!

Takk, Mika ??? tú ert ótrúligur - skrivar summarfestivalurin á heimasíðu síni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder