Longu frá 1870, tá fyrsta postavgreiðslan lat upp í Havn, hevði danska postverkið tikið sær av postflutningi til og úr Føroyum og eisini millum bygdir og oyggjar í Føroyum. Men í 1974 gjørdi Føroya Landsstýri av at miða eftir at postverkið skuldi verða føroyskt. Landsstýrið samráddist við donsku stjórnina um yvirtøkuna, og endin var, at postverkið varð yvirtikið tann 1. apríl 1976.
Yvirtøkudagurin varð hátíðarhildin, og fólk kundu ogna sær brævbjálvar við nýggjum føroyskum frímerkjum á, og sum fyri fyrstu ferð vórðu stemplaðir við føroyskum stempli. Og áhugin var sera stórur at ogna sær hesar bjálvar við fyrstadagsstempli (1.-4.-1976). Tá vóru í alt 41 posthús kring oyggjarnar. Í august 2009 fekk Postverk Føroya nýggjan samleika og búmerki, og navnið broyttist tá til Posta.
Edward Fuglø hevur sniðgivið snøgga frímerkið, sum hevur eyðkenda bláa Posta-litin, og er prýtt við gullfoliu. Hetta ger arkið til nakað serligt. Frímerkið myndar eina kollasju í skapi sum talið 50 samansett av gerandis brúkslutum, sum nýttir eru í samskiftinum við viðskiftafólk hjá stovninum ígjøgnum árini – frá fyrstu frímerkjunum í 1976 til nýmótans Posta-appina. Millum lutirnar sæst eisini tann eyðkendi hvíti rúsdrekkakassin.
Ein vøkur mappa við frímerki og fyrstadagsbjálva verður somuleiðis givin út í sambandi við føðingardagin.
Posthúsini bjóða viðskiftafólki og vitjandi lagkøku og kaffi hendan dagin. Vegna umfatandi umbygging á posthúsinum á Óðinshædd er hátíðarhaldið flutt til seinni í ár, tá umbyggingin er liðug. Nærri kunning um hetta seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald